2026-06-26 11:19
Føroyska Sjómansmissiónin: - Hetta er ein liður í okkara langtíðarætlan, sum er at endurnýggja flotan. Tað verður gjørt, við atlitið til umhvørvið og fyri at betra um tænasturnar, sigur Álvur Højgaard, stjóri í Navigare.
Fyri stuttum keypti Navigare írska farmaskipið Arklow Forest, sum er systirskip hjá Hav Brim og Hav Sund. Reiðaríið í Søldarfirði yvirtók skipið í farnu viku, og var tað skrásett í FAS mikudagin. Tað fær navnið Hav Sker.
Hav Sker - her sum farmaskipið Arklow Fores (Mynd: shipspotting.com)
Skipið er bygt í 2011, er 89,9 metrar langt og 14,4 metrar breitt. Tað er 2.998 Brt. og hevur MAN motor. Hav Sker skal umbyggjast til sjálvlossara og málast við litunum hjá Navigare, áðrenn tað fer í vinnu seinni í ár.
Tað hendir nógv hjá reiðarínum Navigare. Samstundis hevur Navigare selt Hav Felli, fyrrverandi Hav Vestlandia, til felag á Kanarisku oyggjunum.
Nærum samstundis, sum keyp og søla av skipum fór fram, var fyrsti av fýra nýbygningum navngivið í Hollandi, og fekk navnið Hav Leiti. Hini trý koma seinni í 2026 og í 2027.
Føroyska Sjómansmissiónin ynskir tillukku og Guds signing við skipunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald