- Nøgdin av fiski higartil í ár, er tað sama sum i alt fjør. Sostatt hevur fiskiskapurin verið nakað betri í ár, enn í fjør.
Tað sigur garvaði úrtróðrarmaðurin, Sjúrður Joensen, á Skála, sum eigur og rekur útróðrarbátin Falkin.
Sjúrður og Per Hansen vóru á útróðri í vikuni og gjørdu ein góðan túr. Teir vóru eystanfyri við 38 stampum og høvdu umleið 8200 pund av toski og hýsu, sum teir avreiddu á Toftum í týskvøldið. Toskurin hevði rímiliga góða stødd, meðan hýsan var heldur javnsmá.
Sjúrður sigur, at hann egnir høgguslokk og goggu, og at áleið triðjahvørt agn er gogga.
Per Hansen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald