Innanlands

Fiskað við royndarloyvi í 25 ár

Djúpvatnstrolarin Suðringur er einasta skip sum hevur loyvi at fiska stinglaks

Jákup Pauli Danielsen, skipari á Suðringi (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Jákup Pauli Danielsen, skipari á Suðringi (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-01-28 21:50 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit eru einasta skip, sum hevur loyvi at fiskar stinglaks, og tað er eitt fyribilsloyvi, sum skipið hevur havt í umleið 25 ár. Vit royna mest millum 400 og 500 favna dýpi suðurvestur av Føroya banka.

Tað sigur Jákup Pauli Danielsen, skipari, á djúpvatnstrolaranum Suðringi av Tvøroyri.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Á leiðunum har fáa vit mest stinglaks og blálongu, sum verða ísað og avreidd á Tvøroyri. Stinglaksurin verður avhøvdaður og magadrigin, meðan blálongan verður kruvd.

Ein partur av stinglaksinum verður singulfrystur á virkinum í Hvalba, og ein partur verður seldur feskur av landinum, sigur Jákup Pauli.

- Gongdin hevur verið hampilig, men tað er ein avbjóðing at hava eitt gamalt og slitið skip, sigur Jákup Pauli.

Við Suðringi eru níggju mans, og teir eru úti frá einari viku til tíggju dagar. 
Suðringur var á Runavík í dag, tí trupulleikar vóru við hydralikkinum.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og tíð var bæði til prát, drekkamun, bíbliuorð, bøn og biltúr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder