Innanlands

Fiskaútflutningurin vaksin 30 prosent

Føroyingar útfluttu fiskavørur fyri 8,3 milliardir krónur í tíðarkseiðnum januar til september 2022 – í sama tíðarskeiði í fjør var útflutt fyri um 6,3 milliardir

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2022-11-16 20:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíðarskeiðið januar til september 2022 hava føroyingar útflutt fiskavørur fyri 8,3 milliardir krónur.

Samlaði útflutningurin fyri hetta tíðarskeiðið var 9,1 milliard krónum, ið svarar til ein vøkstur á 33 prosent samanborið við sama tíðarskeið árið fyri, skrivar Hagstovan.

Fiskavøruútflutningurin er vaksin til flestu marknaðir.

Laksaútflutningurin er vaksin 32 prosent og var fýra milliardir krónur fyrstu níggju mánaðirnar. Hetta hóast útflutta nøgdin minkaði 7 prosent.

Størsti vøksturin í útflutningsvirðinum er til Niðurlond, Kina og Týskland við ávikavist 197, 129 og 106 milliónum krónum. Eisini eru fleiri nýggir marknaðir, har so at siga einki hevur verið útflutt til fyrr enn í ár. Hetta eru eitt nú Baltalond og Ísrael, ið innfluttu laks úr Føroyum fyri ávikavist 40 og 69 milliónir krónur fyrstu níggju mánaðirnar av 2022, skrivar Hagstovan.

Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløgini tosk, upsa og hýsu er vaksið 431 milliónir krónur – ella 45 prosent. Nøgdin er vaksin níggju prosent. Størsti vøksturin sæst í útflutninginum til Spania og Bretland við ávikavist 135 og 132 milliónum krónum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder