Innanlands

Fiskavøruútflutningurin minkaður 167 milliónir krónur

Minkingin stavar serstakliga frá minking í útflutninginum av makreli, ið er minkaður við 347 milliónum krónum, skrivar Hagstovan

(savnsmynd: Hagstovan)

(savnsmynd: Hagstovan)

2024-05-18 14:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Samlaði útflutningurin í tíðarskeiðnum apríl 2023 til mars 2024 var 12,5 milliardir krónur. Tað eru 552 milliónir krónur, ella fýra prosent, minni enn undanfarna skeið.

Fiskavøruútflutningurin er minkaður 167 milliónir krónur, ella eitt prosent. Minkingin stavar serstakliga frá minking í útflutninginum av makreli, ið er minkaður við 347 milliónum krónum, ella 27 prosentum.

Útflutningurin av laksi stendur nøkulunda í stað. Virðið er vaksið við tveimum prosentum, og nøgdin er minkað við einum prosenti.

Men bæði útflutningsvirði og -nøgd av sild er farið upp. Útflutningsvirðið er vaksið við seks milliónum krónum, meðan nøgdin er vaksin góð 7.000 tons, ella 12 prosent.

Vørur, sum toga útflutningin uppeftir eru fiskamjøl, lýsi og vørur ikki til mannaføði - eitt nú slógv. Her er vøksturin 598 milliónir krónur, skrivar Hagstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder