Føroyar og Ísland hittust til samráðingar um eina sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2024 í Reykjavík 27. og 28. november. Talan varð um fyrsta fund av sínum slagi á embætisstigi.
Fiskiveiðisamráðingarnar millum Føroyar og Ísland hava higartil verið á politiskum stigi, men Føroyar og Ísland skrivaðu í 2022 undir ein rammusáttmála, sum skipar fiskiveiðisamstarvið millum londini av nýggjum. Við nýggja sáttmálanum, sum kom í gildi í ár, eru samráðingarnar landanna millum á embætismannastigi.
Av tí, at talan var um fyrsta fund av sínum slagi, har eisini nýggjur avtalutekstur skuldi orðast, komu samráðingarnar ikki endaliga á mál á fundinum í Reykjavík. Samskift hevur verið millum partarnar, og varð semja fyri 2024 gjørd á talgildum fundi í gjár, 20. desember, skrivar Fiskimálaráðið.
Hóast tillagingar í samráðingarformi og í avtaluteksti, er avtalan fyri 2024 í innihaldi tann sama sum avtalan fyri 2023.
Føroysk skip kunnu, eins og árini frammanundan, fiska botnfisk og uppsjóvarfisk í íslendskum sjógvi og íslendsk skip uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi.
Avtalan ásetir, at føroyska botnfiskakvotan eins og áður verður 5.600 tons, harav upp til 2.400 tons av toski og upp til 400 tons av brosmu. Føroyska lodnukvotan verður framhaldandi 5 prosent av heildarkvotuni, sum Ísland, Grønland og Noreg áseta, men tó í mesta lagi 30.000 tons.
Atgongdin at fiska sínar kvotur av svartkjafti og norðhavssild hjá hvørjum øðrum heldur fram sum undanfarin ár. Hetta merkir, at londini kunnu fiska hesar kvotur í síni heild inni hvør hjá øðrum. Av beinleiðis kvotu fær Ísland 1.300 tons av makreli frá Føroyum; hetta er eisini óbroytt í mun til undanfarin ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald