2023-02-21 13:04
![placeholder](https://fiskur.fo/css/img/banner2x1.png)
Klokkan 19:30 í kvøld fer Fiskivinnutingið av bakkastokki í miðhøllini á Skúlatrø í Klaksvík.
Árligi kjakfundurin er partur av Torradøgunum, sum eru í Klaksvík hesa vikuna.
Evnini fevna frá russiska sambandinum, til fiskiskapin á Føroyabanka og víðari til tilfeingis- og tøkugjaldini frá fiski- og alivinnuni, sum samgongan ætlar at endurskoða.
Jón Brian Hvidtfeldt er orðstýrari og vertur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald