Innanlands

Fjórði túrurin eftir lodnu í ár

Polar Ammassak landaði í gjár til Pelagos. Hetta hevur verið ein góður januarmánaður higartil

(Mynd: Torleif Johannesen / Sjómansmissiónin)

(Mynd: Torleif Johannesen / Sjómansmissiónin)

2023-01-28 19:53 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Grønlandski pelagiski trolarin Polar Ammassak landaði í gjár 1400 tons av lodnu til Pelagos í Fuglafirði. Teir royndu eystur úr Seyðisfirði, og fiskiskapurin var góður.

- Hetta er fjórði túrur hjá okkum eftir lodnu í ár. Túrarnir hava ligið frá 1200 og upp til 2000 tons. Tað er ein góður januarmánaður og hartil hevur veðrið verið væl brúkiligt!

Tað sigur skiparin, Sigurður Grétar Guðmundsson.

- Vit fara aftur á lodnuveiði, og so verður óivað steðgur til fiskiskapurin eftir svartkjafti tekur seg upp fyrst í apríl. Seinni í ár fiska við eisini sild og makrel, sigur hann. 

- Vit hava landað tvær ferðir í Íslandi og hetta er aðru ferð vit landa í Fuglafirði. Prísurin fyri fiskin er brúkiligur, og útlitini fyri árið eru góð, so eg síggi jaligt uppá árið, sigur Sigurður G. Guðmundsson.  

Átta mans eru við Polar Ammassak tá teir trola, og 13 tá teir royna við nót.   

Teir vóru blíðir við sjómanstrúboðarin, sum vitjaði umborð um middagsleitið.

Tíð var bæði til prát, Guds orð og bøn.

Tá døgurðin nærum samstundis kom á borðið, var trúboðarin boðin at eta saman við manningini. Á matskráin var røst skøta, saltfiskur, eplir og annað gott. Tá hann ikki hevði eti  ræsta skøtu fyrr, var hon etin. Hon smakkaði stramt og væl. Siðvenja er hjá nógvum íslendingum at eta ræsta skøtu 23. desembur.

Teimum og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder