Innanlands

Fleiri makrellandingar í Fuglafirði seinastu dagarnar

Uppsjóvarskipið Hoyvík landar í løtuni 1.000 tons av makreli í Fuglafirði, og er hetta ein av fleiri landingum seinastu dagarnar

Makrelur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Makrelur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-07-17 10:51 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Í løtuni landar uppsjóvarskipið Hoyvík 1.000 tons av makreli í Fuglafirði, sum verður landaður bæði til Pelagos og Havsbrún.

Í gjár landaði Fagraberg 1.900 tons av makreli, sum eisini vórðu landað til Pelagos og Havsbrún.

Norðingur, Christian í Grótinum og Katrin Jóhanna hava eisini landað makrel í Fuglafirði uppundir vikuskiftið.

Norðingur hevði 1.300 tons, Katrin Jóhanna hevði 750 tons, og Christian í Grótinum hevði 870 tons av makreli.

Øll makrelskipini royna nú eftir makreli tætt við íslendska markið, og fiskiskapurin her hampiligur í løtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder