2022-09-02 08:33
Seinastu dagarnir eru fleiri bátar sum hava verið eftir havhesti uppsteðgaðir, og hava biðið um sleip til bryggju aftur.
Í gjár vóru boð eftir bæði Rescue Lív og Rescue Sverra, tá hevhestabátar fingu maskinbrek.
Beint fyri klokkan 8 gjáramorgunin fekk MRCC boð um ein uppsteðgaðan bát í Tangafirði við Hvítanes. Báturin varð sleipaður á Strendur.
Løtu seinni, um hálvgun ellivu tíðina, var ein annar havhestabátur, sum fekk maskinbrek vestanfyri Trøllhøvda.
Rescue Sverri varð boðsendur, og sleiaði bátin til Skopunar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald