2021-08-20 06:51
Í Fuglafirði hava tey úr at gera at landa makrel frá uppsjóvarskipum.
Katrin Jóhanna skal landa umleið 300 tons av makreli til Pelagos. Katrin Jóhanna slapp framat aftaná Høgaberg.
Aftaná Katrin Jóhonnu skal Hoyvík landa umleið 200 tons til Pelagos.
Bæði skipini hava fiskað makrel í altjóða sjógvi hendan túrin, og fara aftur á makrel tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald