Íslendska uppsjóðvarskipið Vilhelm Þorsteinsson, hevur landað umleið 1650 tons av sild til ídnað hjá Havsbrún, sum skipið hevur fiskað í íslendskum sjógvi.
Skipið hevur havt góðan fiskiskap, og fór aftur til fiskiskap í nátt.
Uppsjóvarskipið Fagraberg, sum hevur verið á makrelveiðu í føroyskum sjógvi, landaði í gjár 1100 tons av makreli til Pelagos. Fagraberg er eisini farin aftur til fiskiskap.
Síðan byrjaði Hoyvík at landa til Pelagos. Hoyvík hevur eisini verið makrelveiðu í føroyskum sjógvi. Hoyvík hevur hendan túrin fiskað 150 tons av makreli.
Savnsmynd: Fagraberg (Kiran Jóanesarson)
Savnsmynd: Hoyvík (Kiran Jóanesarson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald