2023-08-18 07:13
Uppsjóvarskipið Gøtunes hevur júst landað 2.300 tons av makreli í Bodø, sum er fiskaður í altjóða sjógvi.
Gøtunes fór aftur til fiskiskap í gjár, og fleiri onnur skip eru eisini farin til Noregs at landa makrel.
Eitt nú skal Katrin Jóhanna landa 1.800 tons av makreli, og skal skipið landa í Karmoy. Katrin Jóhanna hevur fiskað makrel í altjóða sjógvi.
Arctic Voyager er eisini farin til Noregs at landa, og hava teir fiskað 1.900 tons hendan túrin í altjóða sjógvi.
Birita er eisini farin til Noregs at landa, men júst hvussu nógv teir hava vita vit ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald