2023-02-12 16:48
Seinastu dagarnar hava fleiri norskar landingar verið í Føroyum.
Norska skipið Fiskebas landaði fríggjadagin 500 tons av lodnu til Varðan Pelagic, og aftaná byrjaði H.Østervold at landa 1000 tons av lodnu.
Í Fuglafirði landaðu Krossfjord og Storeknud umleið 600 tons. Síðan landaði Rogne umleið 900 tons av lodnu til Pelagos.
Norsku skipini Østerbris og Hardhaus eru komin ávíkavist á Tvøroyri og á Fuglafjørð. Hvat tey skipini hava, vita vit ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald