Uttanlands

Fleiri sildalandingar í Danmark

Seinastu dagarnir eru fleiri skip farin uttanlands at landa sild, sum skipini fiska í íslendskum sjógvi

Gamli Jupiter er eitt av skipunum, sum landar sild í Danmark (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Gamli Jupiter er eitt av skipunum, sum landar sild í Danmark (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-11-19 19:41 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Fleiri av uppsjóvarskipunum taka av møguleikanum at fara uttanlands at landa, nú skipini hava fingið loyvið at landa sild uttanlands.

Eitt av støðunum, har uppsjóvarskip fara at landa sild er í Skagen, í Danmark.

Gamli Jupiter landar í dag 1.300 tons av sild til FF Skagen í Skagen, og Ango er ávegis til Skagen við umleið 1.200 tonsum.

Umframt Ango, so er uppsjóvarskipið Hoyvík eisini ávegis til Danmarkar, har skipið skal landa umleið 1.000 tons.

Hoyvík hevur partrolað við Ran hendan túrin.

Fiskiskapurin eftir sild hevur verið góður seinastu dagarnar, og støddin á sildini er góð.

Uppsjóvarskipið Birita er ávegis til Noregs at landa beint undir 1.000 tons av sild. Birita hevur nú fiskað sildakvotuna fyri í ár, og fer helst á svartkjaftaveiðu tá ið liðugt er at landa í Noregi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder