Innanlands

Fleiri skip landa svartkjaft í Fuglafirði

Svartkjaftaskipini koma til Føroyar, av tí at veðrið gjørdist so ringt á feltinum

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2019-03-13 22:48 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tróndur í Gøtu hevur júst landað 1100 tons av svartkjaftitil Havsbrún, sum teir hava fiskað í altjóða sjógvi.

Fiskiskapurin hevur verið góður, og riggað verður nú til at fara aftur til fiskiskap eftir svartkjafti.

Tá ið Tróndur í Gøtu var liðugr at landa, átti Arctic Voyager landingartørn.

Teir hava somuleiðis fiskað svartkjakjaft í altjóa sjógvi.

Tá ið Arctic Voyager hevur landað skal Norðingur landa. Teir hava 1300 tons av svartkjafti.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til fiskaolju og fiskalýsi, og síðan víðari virkaður til fóður.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder