Fiskiskapurin eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi hevur tikið seg upp, og skipini hava góðan fiskiskap.
Men skipini hava rent seg í sama trupulleika sum í fjør.
Talan er um langa bíðirøð í Fuglafirði, har meginparturin av svartkjaftinum verður landaður, og tí hevur Fiskimálaráðið nú givið skipum undantaksloyvi, at landa ein part av samlaðu kvotuni uttanlands, eins og í fjør.
Fyrr í Vikuni landaði grønlendska uppsjóvarskipið Tasilaq eina svartkjaftalast á 300 tons til Havsbrún, aftaná teir slapp Norðingur framat, sum hevði 1900 tons.
Fagraberg kom í vikuni inn við 600 tonsum, teir máttu bróta túrin av, av tí at teir høvdu fingið posan um skrúvuna, og tí mátti Brimil boðsendast, og sleipa teir á havnina fyrst, áðrenn teir sigldu til Fuglafjørð, har veiðan skuldi landast.
Fagraberg var ikki meira enn komin á Havnina tá ið Tróndur í Gøtu fekk trupulleika við maskinuni. Tróndur í Gøtu skal landa 2600 tons av svartkjafti til Havsbrún, har veiðan hjá Fagraberg eisini skal landast.
Katrin Jóhanna úr Miðvági liggur eisini á Fuglafirði og bíðar eftir landingartørni. Teir hava 1600 tons av svartkjafti.
Jupiter kom til Norra í morgun, har teir skulu landa 2300 tons av svartkjafti, og Høgaberg skal landa 2000 tons av svartkjafti í Skagen.
Í morgun byrjaði Norðborg at landa fulla last av heilfrystum svartkjafti í Ánunum.
Øll skipini hava fiskað sunnanfyri í Føroyskum sjógvi, og tá ið liðugt er at landa verður farið aftur til fiskiskap eftir svartkjafti.
Svartkjafturin, sum verður landaður til Havsbrún, verður framleiddur til fiskamjøl og lýsi, og síðan víðari virkaður til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald