2018-10-18 20:55
Útróðrarbátarnir hava fiskað nógv seinastu tíðina, og tað hevur havt við sær mangul upp á egnarar í fiskivinnuhøvuðsstaðnum.
Og nú eru fleiri ung farin at royna seg í egningarskúrunum í Klaksvík. Tað skrivar Norðlýsið á heimasíðuni í dag.
Alt er ein byrjan, og hjá einum vandum egnara tekur tað ein góðan tíma at egna ein stamp, so tey ungu klára helst ikki fleiri stampar upp á ein dag.
Skjótleikin skal nokk koma, skrivar Norðlýsið, sum eisini hevur fleiri myndir úr egningarskúrinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald