Uttanlands

Fleiri uppsjóvarskip farin uttanlands at landa svartkjaft

Fýra uppsjóvarskip skulu landa svartkjaft í Íslandi, Danmark og í Noregi

Tróndur í Gøtu (Savmsynd: Gorm Niclassen)

Tróndur í Gøtu (Savmsynd: Gorm Niclassen)

2025-04-09 06:59 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipini Tróndur í Gøtu, Arctic Voyager, Ango og Katrin Jóhanna eru øll frin uttanlands at landa svartkjaft.

Tróndur í Gøtu og Katrin Jóhanna landa ávíkavist 2.500 og 1.800 tons av svartkjafti í Fáskrúðsfirði í Íslandi.

Arctic Voyager er farin til Thyborøn við 2.000 tonsum og Ango er farin til Måloy í Noregi við 1.600 tonsum av svartkjafti.

Skipini hava øll fiskað svartkjaft sunnanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Tá ið skipini hava landað, fara tey aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder