Innanlands

Fleiri uppsjóvarskip landa sild

Jupiter kom á Fuglafjørð í gjár við 730 tonsum, og Finnur Fríði á Tvøroyri við 1000 tonsum. Høgaberg er á veg inn við 1000 tonsum

Jupiter (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jupiter (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-12-04 20:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroysku uppsjóvarskipini eru á sildaveiðu, og fiskiskapurin er hampiligur.

Jupiter kom í gjár á Fuglafjørð, við 730 tonsum av sild, sum skal landast til Pelagos. Tá øll veiðan hjá Jupiter er landað, sleppur Høgaberg framat.

Høgaberg hevur 1000 tons av sild, og fór í gjárkvøldið at sigla heim, skrivar jn.fo.

Á Tvøroyri verður sild eisini landað. Finnur Fríði kom í gjár á Tvøroyri, og landar 1000 tons av sild til Varðan Pelagic, veit jn.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder