Seinastu dagarnar eru fleiri skip farin til Norra at landa svartkjaftin, sum tey hava fiskað í føroyskum sjógvi.
Finnur Fríði skal landa 2200 tons av svartkjafti í Egersund, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi. Finnur Fríði fer aftur á svartkjaftaveiðu tá ið teir hava landað.
Tróndur í Gøtu byrjaði í dag at landa umleið 2400 tons av svartkjafti í Karmsund, og Høgaberg hevur júst landað 1900 tons av svartkjafti í Norra.
Hóst fleiri skip eru farin uttanlands, so eru tað eisini summi, sum landa svartkjaftin í Føroyum.
Í morgin skal Christian í Grótinum landa til Havsbrún, og mikudagin skal Vestmenningur landa sína svartkjaftalast til Havsbrún.
Høgaberg - Savnsmynd: Kiran Jóanesarson
Tróndur í Gøtu (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald