
Nøkur uppsjóvarskip hava seinastu dagarnar fiskað makrel, men hann er ov bleytur enn, og tí eru flestu skipini givin við fiskiskapinum til makrelurin verður feitari.
Á Runavík liggur flotin hjá Varðanum Tróndur í Gøtu, Gøtunes, Tummas T og Finnur Fríði.
Á Skála er Fagraberg í dokk, og í Fuglafirði liggur Høgaberg, meðan Norðingur og Birita eru á Klaksvík, og Borgarin og Christian í Grótinum liggja á Ánunum.
Við Mest í Havn liggja skipini Ango og Arctic Voyager, meðan Hoyvík stendur uppi á bedingini.
Í Vestmanna liggja uppsjóvarskipini Vestmenningur og Fram, meðan Katrin Jóhanna er í Skagen, har skipið verður málað, og annað viðlíkahaldsarbeiðið verður gjørt.
Einastu uppsjóvarskipini, sum eru til fiskiskap í løtuni er Norðborg, sum er á feltinum eystanfyri fyri Føroyar, og Jupiter, sum er á ávegis til Thyborøn við 2210 tonsum av svartkjafti, sum teir hava fiskað í føroyskum sjógvi.
Tá ið Jupiter hevur landað, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald