Føroya Fiskimannafelag avgjørdi hósdagin 25. oktober 2018 at kunngera ein "svartalista" við tveimum skipum, sum verða søgd ikki at halda galdandi sáttmála við felagið - og skipini, ið nevnd vórðu, eru Arctic Voyager og Hoyvík.
Men nú svarar Føroya Reiðarafelag aftur í fráboðan, at reiðarafelagið einki kennir til, at nevndu skipini ikki halda galdandi sáttmálar.
- Gerast skal vart við, at tey skip, sum eru nevnd á hesum lista, eru limir í Føroya Reiðarafelag, og at tey halda galdandi sáttmála millum Reiðarafelagið og Fiskimannafelagið. Reiðarafelagið er sostatt ikki kunnugt við, at sáttmálin ikki verður hildin, sigur Føroya Reiðarafelag í fráboðanini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald