Uttanlands

Føroyar fáa formannskapin í NWWG arbeiðsbólkinum

Helga Bára Mohr Vang hevur átikið sær uppgávuna at leiða arbeiðsbólkin næstu trý árini. NWWG er tann arbeiðsbólkurin í ICES, sum umsitur stovnsmetingar og ráðgeving av botnfiskastovnum í norður-vestur Atlantshavi

Føroyar høvdu eisini formanskapin í 2012-2014. NWWG er ein av elstu arbeiðsbólkunum í ICES og var settur á stovn í 1950’unum

Føroyar høvdu eisini formanskapin í 2012-2014. NWWG er ein av elstu arbeiðsbólkunum í ICES og var settur á stovn í 1950’unum

2024-01-30 14:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í januar 2024 fór fram formansfundur hjá Altjóða Havrannsóknarstovninum (ICES) og høvdu Føroyar (Havstovan) eitt umboð á fundinum.

Helga Bára Mohr Vang hevur átikið sær uppgávuna at leiða “North Western” arbeiðsbólkin (NWWG) næstu trý árini. NWWG er tann arbeiðsbólkurin í ICES, sum umsitur stovnsmetingar og ráðgeving av botnfiskastovnum í norður-vestur Atlantshavi. Hetta eru havøkini kring Føroyar, Ísland og Eysturgrønland.

Síðstu ferð Føroyar høvdu formanskapin var í 2012-2014, og tá var Petur Steingrund formaður.

NWWG er ein av elstu arbeiðsbólkunum í ICES. Hann var settur á stovn í 1950’unum og útgav sína fyrstu frágreiðing í 1961. Jákup Sverri Joensen, fyrsti føroyski fiskifrøðingur, var tá føroyska umboðið í bólkinum.

Havstova Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder