Innanlands

Føroyar kunnu enda sum kirkjugarður fyri gomul skip

Vit standa í stað, meðan grannarnir byggja nýggj skip, sigur Dávid Jacobsen

Dávid Jacobsen, tekniskur leiðari í Varðanum (Mynd: Vinnulívið)

Dávid Jacobsen, tekniskur leiðari í Varðanum (Mynd: Vinnulívið)

2018-11-08 19:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vit hava eitt reiðarí, sum má laga seg eftir politiska veruleikanum, men sum stæðan er í løtuni, er tað ikki lætt hjá okkum at leggja ætlanir. Vit vita snøgt sagt ikki, hvat framtíðin hevur at bjóða.

Tað sigur Dávid Jacobsen, tekniskur leiðari í Varðanum, við blaðið Vinnulívið, sum er komið í handlarnar. Hann sigur at óvissan er alt ov stór. Millum annað vita reiðaríini enn ikki hvussu tilfeingisgjøldini fara at síggja út.

- Um støðan ikki batnar, sita vit við einum gomlum flota, meðan kappingarneytarnir byggja nýggj og framkomin skip, sigur Dávid Jacobsen.

- Tað rætta er, at aktørararnir í vinnuni finna eina loysn saman við myndugleikunum, sum øll kunnu liva við. Eina loysn, har tað framhaldandi verður møguleiki at gera íløgur í nýggj skip. Um ikki, eri eg bangin fyri, at Føroyar enda sum eiun kirkjugarður fyri gomul skip, heldur Dávid Jacobsen, tekniskur leiðari í Varðanum.

Les eisini: Høgni Hoydal: Íløgur í skip og framleiðslu fara at síggjast skjótt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder