Seinastu árini eru fiskiveiðiavtalurnar millum Føroyar og Grønland útbygdar munandi, har serliga avtalan fyri 2021 hevði við sær eina stóra øking í sínámillum kvotabýtinum.
Londini eru á fundi í Keypmannahavn 1. desember 2021 blivin samd um at halda fram við hesum góða samstarvinum, og at fiskiveiðiavtalan fyri 2022 verður á at kalla sama støði sum í 2021.
Einasta broytingin í avtaluni fyri 2022 í mun til 2021 er, at atgongdin hjá grønlendskum skipum at fiska teirra NEAFC kvotu av svartkjafti í føroyskum sjógvi lækkar við góðum 1.000 tonsum.
Úrslitið av samráðingunum er sostatt, at føroysk skip í 2022 kunnu fiska tilsamans 2.500 tons av toski í grønlendskum sjógvi. Brosmukvotan verður 475 tons. Føroysku kvoturnar av svartkalva í grønlendskum sjógvi eru 225 tons í Eysturgrønlandi og 100 tons í Vesturgrønlandi. Royndarkvotan eftir krabba við Eysturgrønland er 500 tons. Harumframt verður møguleiki hjá føroyskum skipum at luttaka í royndarfiskiskapi eftir toski og øðrum botnfiski og -djórum á teimum norðaru leiðunum í Eysturgrønlandi.
Grønlendsku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2022 eru 6.500 tons av norðhavssild og 14.700 tons av svartkjafti. Eins og undanfarin ár fær Grønland atgongd at fiska ta kvotu av svartkjafti, sum Grønland fær tillutað ígjøgnum NEAFC, í føroyskum sjógvi. Hetta eru 4.076 tons í 2022, sum eru góð 1.000 tons minni enn í 2021.
Viðvíkjandi eftirlitsmálum vóru londini samd um, at Føroyar og Grønland í komandi ári skulu fara undir at gera eina avtalu um talgildar fráboðanir frá skipunum. Føroyar hava gjørt avtalur við Noreg, Ísland og Russland um hesi viðurskifti.
Samráðingarnar vóru á grønlendsku sendistovuni á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn.
Fiskimálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald