Norski fiskimálaráðharrin, Odd Emil Ingebrigtsen, hevur biðið norska Granskingarráðið um at eftirmeta vísindaliga grundarlagið fyri tilmælini, sum fiskimálaráðið fær at arbeiða við. Kirstin Eliasen, deildarleiðari á Pf. Fiskaaling, er limur í hesi serfrøðinganevndini.
Sonevnda ferðsluljósskipanin (trafikklyssystemet) í Noregi er ein umsitingarskipan, sum kannar alivinnuna fyri laksalús, og ger áleggingar um átøk, sum byggja á kanningarúrslitini. Talan er um myndlar (modelleringar), sum simulera spjaðing av laksalús í ymisku aliøkjunum. Alibrúkini kunnu síðani fáa reytt, gult ella grønt tilmæli.
Reytt merkir, at framleiðslan skal minka; gult merkir status quo; og grønt merkir, at framleiðslan kann vaksa.
Skal meta um myndlar og metodir
Ferðsluljósskipanin skal tryggja framskygdan og burðardyggan vøkstur í alivinnuni. Skipanin, sum byggir á vísindaliga vegleiðing, er í støðugari menning, sum byggir á best møguligu vitanina.
Nú hevur so norska Granskingarráðið sett eina serfrøðinganevnd, sum skal eftirmeta hetta arbeiðið. Nevndin skal gera eina árliga, yvirskipaða lýsing av allari viðkomandi vitan. Ein sjálvstøðugur stýrisbólkur tryggjar dygdina í hesum arbeiðinum.
Nevndin hevði fyrsta fundin t. 17. desembur 2020.
Týðandi førleikar
Norska Granskingarráðið hevur lagt seg eftir at seta nevndina við persónum, ið hava hægstu vísindaligu førleikarnar, og sum ikki hava týðandi tilknýti til viðurskifti í Noregi. Tað hevur verið avgerandi fyri granskingarráðið at seta eina nevnd, sum tekur atlit til bæði førleikar og gegni.
Umframt føroysku Kirsin Eliasen, sita hesi í nevndini: Crawford Revie, professari við Universitetið í Strathclyde, Skotland (formaður), Anders Koed, varastjóri og professari á DTU Aqua, Danmark. Andre Visser, professari á DTU Aqua, Danmark, Dave Jackson, Dr., Marine Institute í Írlandi, Heather Swanson, lektari við Universitetið í Aarhus, Danmark, Jarno Vanhatalo, lektari við Universitetið í Helsingfors, Finnland og Jimmy Turnbull, professari við Universitetið í Sterling, Skotland.
Eftirmetingarnevndin skal lata eina fyribils meting inn áðrenn 1. juli. Endaliga frágreiðingin skal handast norska granskingarráðnum tann 30. novembur 2021.
Kirstin Eliasen er PhD í lívfrøði. Hon hevur starvast á Fiskaaling síðani 2013, har hon hevur drúgvar royndir frá arbeiði við laksalús. Kirstin er við í fleiri altjóða granskingarverkætlanum, og telist eitt nú millum heimsins fremstu granskarar innan brúk av rognkelsum til at basa lús í alivinnuni.
Kelda: fiskaaling.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald