2026-01-12 19:46
Veðrið á makrelfeltinum við Hetland er so keðiligt í løtuni, at tvey føroysk skip hava valt at leggja seg at bíða eftir betri veðrið.
Talan er um uppsjóvarskipini Christian í Grótinum og Arctic Voyager, sum liggja undir Hetlandi og kroka.
Hini skipini, sum hava verið á makrelveiðu eru komin heim at landa, og bíða til veðrið er blivi betri.
Hetlendski myndamaðurn Calum Grey hevur tikið myndir av føroysku skipunum, og givið okkum loyvi at nýta tær til hesa greinina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald