2023-01-25 15:51
Dennis Holm, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, hevur í dag lýst kunngerðina um veiðu eftir lodnu í íslendskum sjógvi.
Sambært kunngerðini kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi fram til 30. apríl í ár fiska 10.920 tons av lodnu í íslendskum sjógvi.
Fram til og við 17. februar 2023 kunnu føroysk skip tilsamans landa í mesta lagi 8.190 tons til frystingar uttan fyri Ísland, ella frysta umborð.
Eftir 17. februar 2023 er loyvt føroyskum skipum at landa tilsamans í mesta lagi 4.000 tons til frystingar uttan fyri Ísland, ella frysta umborð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald