Innanlands

Fram landar makrel í Hvalba

Lítla uppsjóvarskipið Fram kom í gjár á Hvalba, har teir skulu landa makrel.

Fram (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Fram (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2018-11-27 21:03 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Fram hevur verið á makrelveiðu í ES sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður. Talan er um menningarkvotu, sum teir nú landa í Hvalba.

Veiðan verður deild, og ein partur skal landast til Vestmanna Seafood, har makrelurin verður singlefrystur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder