Innanlands

Frameftir skulu øll fiskiloyvi søkjast á Torvuni

Vørn hevur fingið nýggja heimasíðu og nýggjan fiskiloyvisportal

2019-05-09 14:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nýggja heimasíðan er snøgg og brúkaravinarlig. Hon samlar heimasíðurnar hjá Fiskiveiðieftirlitinum og MRCC og gevur sum heild eitt betri innlit í stovnin. Heimasíðan er gjørd til teldur, teldlar og fartelefonir.

Vørn hevur eisini fingið ein nýggjan fiskiloyvisportal, sum hevur fingið navnið Torvan og er at finna á www.torvan.fo

Frameftir skulu øll fiskiloyvi søkjast á Torvuni, boðar Vørn frá á nýggju heimasíðuni. Ein stovnar ein brúkara og velur síðani tað fiskiloyvið, ein vil søkja um. Hereftir verður goldið, og umsóknin verður send okkum talgilt. Um umsóknin verður gingin á møti, verða boð send, og fiskiloyvið verður at finna á Torvuni og á Teyggjuni, har tað kann prentast út. Vørn fer í hesum sambandi ikki at senda fiskiloyvi við postinum longur. 

Tó er ikki neyðugt at stovna brúkara fyri at søkja um fiskiloyvi í bólki 5. Her fer ein beinleiðis til umsóknina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder