2023-01-22 09:41
Leygarmorgunin boðaði skiparin á trolaranum Fuglberg frá, at teir høvdu maskintrupulleikar, og at teir tí høvdu brúk fyri sleipi til lands.
Hetta var klokkan 8.44, og varð Brimil boðsendur at sleipa skipið, sum var statt í Fugloyarfirði.
Sleipið tók áleið sjey tímar, og komu Brimil og Fuglberg á Klaksvík seint seinnapartin, skrivar heimasíðan hjá Vørn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald