Innanlands

Fulla last og fult dekk

- Lastin er full, og dekkið er fult, so eg haldi, vit fara bara til hús, sigur Jón Rubeksen, skipari á Volunteer

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2023-03-03 06:58 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Av og á verður tiltikni útróðrarmaðurin, Poul Justinussen, ættaður úr Svínoy, men búði í Klaksvík, vanliga róptur, “Poul á Fuglberg,” endurgivin fyri, at hann segði í telefonini við ein annan skipara, einaferð, teir høvdu fingið nógvan fisk.

- Lastin er full, og dekkið er fult, so eg haldi, vit fara bara til hús.

Nakað soleiðis var støðan hjá línubátinum, Volunteer, tá hann í lýsingini í mikumorgunin kom søkklaðin á Toftir, har teir skuldu landa. Lastin var full og dekkið var fult, og tí fóru teir til hús.

- Vit hava roynt vestanfyri Suðuroynna í fýra dagar og hava uml. 55.000 pund. Umleið 36.000 pund er hýsa, umleið 12.000 pund er toskur, og so er restin longa og annar fiskur.

Tað segði dugnaligi og lítillátni skiparin, Jón Rubeksen.

- Tað var gott veður og væl av fiski at fáa; og so lógu vit nærum einsamallir. Fiskurin er feitur, so tað er hugaligt. Tíverri er prísurin á hýsu fallin nógv, meðan prísurn á toski er góður og heldur sær væl, segði Jón.

Sjey mans eru við Volunteer, sum fór avstað aftur í mikukvøldið.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder