Innanlands

Fult skip, men altíð pláss fyri jólapakkum

- Vit koma úr Rotterdam í Hollandi og leggja inn á Havnina ávegis til Þorlákshøfn í Íslandi. Skipið er fult, tí vit hava 100 treylarar, 300 bilar, fleiri gravmaskinur og annað, sigur skiparin á Mykinesi

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-12-08 22:34 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit koma úr Rotterdam í Hollandi og leggja inn á Havnina ávegis til Þorlákshøfn í Íslandi. Skipið er fult, tí vit hava 100 treylarar, 300 bilar, fleiri gravmaskinur og annað.

Tað sigur Kári Sørensen, skipari á farmaskipinum Mykines hjá Smyril Line.

- Tað hevur verið nógvur farmur síðani hendan rutan byrjaði. Samstundis veksur tað við farmi, so tað er hugaligt, sigur hann.

- Vit sigla hvørja viku og vilja gjarna halda tíðarætlanina. Tí er tað mangan lívligt og frískligt á hesi leiðini í Norðuratlanshavið á hávetri, sigur Kári.

- Jólapakkarnir frá sjómansnkvinnuringunum hava stóran týdning, tí teir skapa jól umborð. Tí hava vit gott pláss fyri pakkunum, hóast skipið er fult, sigur Kári skemtandi.

Eftir ætlan skal Mykines til viðlíkahald á skipasmiðjuni í Munkeby á Fyn um jóltíðir.

Sjómanstrúboðarin var umborð í kvøld við jólapakkunum. Vegna koronaavmarkingar slapp hann bara inn á dekkið, har skiparin og tríggir av manningini tóku ímóti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder