Innanlands

Fundast um sáttmála við Russland í dag

Løgmaður hevur biðið floksformenninar um at koma á fund klokkan hálvgum tólv, Samráðingar um nýggja fiskiveiðuavtalu við Russland skulu í gongd skjótast gjørligt, um ein avtala fyri 2023 skal verða veruleiki - eitt sindur óvist er, hvat allir flokkarnir standa í hesum málinum

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2022-11-23 08:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bárður á Steig Nielsen ger í samrøðu við Kringvarpið í gjár, at tað ikki verður talan um fysiskar politiskar samráðingar áðrenn løgtingssvalið, um so er, at ein avgerð verður tikin um, at Føroyar aftur fara undir samráðingar við Russlands.

Heldur verður tað á embætisstøði og yvir video, at tað møguliga verður farið undir samráðingarnar. Ein møgulig avtala við Russland fyri 2023 skal koma uppá pláss áðrenn 1. januar.

Forfólkini í øllum flokkunum eru biðin um at møta í dag, í samband við at tað nú talan er um ein starvsstjórn, og ein slík skal hava eitt sterkt mandat aftanfyri seg, um politiskar avgerðir skulu takast.

Eftir nakað av óvissu gjørdi Tjóðveldi mánadagin greitt, at flokkurin stendur saman um, at samstarvið við Russland ikki skal stegða her og nú. Tað er serliga við atlitið til tey nógvu sjófólkini, ið eru knýtt at fiskiskapinum í Barentshavinum, at 

Tjóðvaldi hevur annars hartað samgonguna fyri at gera so lítið við málið, og Javnaðarflokkurin hevur eisini verið mælskur og funnist at framhaldandi samstarvið við Russland. Tað er ikki endaliga greitt, hvar størsti andstøðuflokkurin stendur í dag, men sambært Kringvarpinum hevur Aksel V. Johannesen, formaður, møguliga broytt støðu.

Fundurin í Tinganesi í dag byrjar klokkan hálvgum tólv.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder