Uttanlands

Funnið fleiri sjúkur í rýmdum laksi

Óvanliga nógvar sjúkur eru funnar í laksi, sum rýmdi úr einum alibrúki í Vadheimsfjorden í Noregi í oktober

(Mynd: NRK / Arne Stubhaug)

(Mynd: NRK / Arne Stubhaug)

2022-12-07 17:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Noregi hava tey staðfest fleiri álvarsligar sjúkur í laksi, ið er sloppin úr alibrúkum og fangaður aftur í norskum firðum.

Herfyri kunngjørdi Norges Jeger- og Fiskerforbund og lærdi háskúlin í Bergen úrslitið av eini kanning, ið er gjørd eftir at 35.000 laksar sluppu úr einum alibrúki hjá Aller Aqua í Vadheimsfjorden síðst í oktober.

Á meira enn 100 fiskum, ið eru fangaðir og kannaðir, hava tey staðfest fleiri álvarsligar sjúkur, skrivar NRK.

Talan er um sjúkuna Pankreas (PD), PRV – ein bruni í  beinagrind – og virusið PMCV, sum eru funnar í fiski, ið eru fangaðir uppi í áum í Vik, Hyllestad og Sogndal.

- Úrslitið vísir at tað er alstórur vandi fyri villa laksinum í øllum Sognefjorden. Hetta er álvarsligt, serliga fyri yngulin, ið kann verða smittaður, sigur Alv Arne Lyse, verkætlanarleiðari í villaksi hjá Norges Jeger- og Fiskerforbund við NRK.

Are Nyland á Universitetet i Bergen sigur, at tey ongantíð hava sæð so nógvar sjúkur á fiski, sum hesar royndirnar av rýmdu laksunum í Vadheimsfjorden.

Tað var 29. oktober, at tey varnaðust at laksur var sloppin úr alibrúkinum í sambandi við at laksurin skuldi slaktast. Orsøkin var eftir øllum at døma, at skrúvan á einum báti hevði skrætt hol á nótina. Okkurt um 35.000 av teimum 50.000 laksunum rýmdu út gjøgnum holið í nótini. Fiskeridirektoratet hevur upplýst, at tað eydnaðist alifelagnum at fanga 12.000 fiskar aftur, og harvið eru 23.000 laksar slopnir.

Gjørt verður vart við, at sjúkurnar, ið eru staðfestar í fiskinum ikki eru til vanda fyri fólk.

Hjá Norges Jeger- og Fiskerforbund bera tey ótta fyri, hvat nú hendir við ynglinum í áunum.

- Tað er skjalprógvað, at villlaksur kann fara í villa laksin. Tað vóru fleiri sjúkur í fiskinum, og okkum vantar kunnleika um, hvat kann henda. Er talan um eina náttúruvanlukku ella ikki? Tað er ongin, ið veit, og tað er ørkymlandi, sigur Alv Arne Lyse.

Visus smittar frá fiski til fisk, og yngul er meira móttøkuført, tá tað ikki enn hevur uppbygt mótstøðuføri.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder