
Fyrrverandi Føroyska uppsjóvarskipið Høgaberg, hjá Framherja í Fuglafirði, fær nú heimstað í Danmark. Skipið kallast í dag Andrea L.
Tað er danska reiðaríið Themis AS, sum hevur keypt norska uppsjóvarskipið Andrea L, sum skal avloysa eitt uppsjóvarskip hjá felagnum, sum nú kallast Gitte Henning, og hevur fingið kenda danska fiskimannin Henning Kjeldsen til eigara og skipara.
Tað var tídliga í 2023, at Framherji seldi Høgaberg til Noregs, har skipið upprunaliga kom frá nøkur ár áðrenn tað kom til Føroya.
Danska reiðaríið Themis AS seldi fyri kortum sítt uppsjóvarskip til Henning Kjeldsen, men seldi skipið uttan kvotur, og tí skuldi reiðaríið leita eftir einari aðrari loysn.
Themis AS hevur leitað í eina tíð, eisini áðrenn felagið seldi sítt uppsjóvarskip til Henning Kjeldsen, og nú er so ein losyn funnin, sum Themis As heldur vera nøktandi.
Hví norsku eigararnir longu selja skipið ella hvat skipið er keypt fyri vita vit ikki, men væntast kann at skipið fer at fáa navnið Themis og heimstað í Skagen.
Tað er svenska familjan Ryberg, sum er ein kend reiðarafamilja í Danmark og Svøríki, sum eigur Themis AS í Skagen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald