Talan er um stóra verksmiðjutrolaran Atlantic Navigator, sum hevði heimstað í Klaksvík fyrst í hesi øldini.
Skipið varð keypt til Føroyar, og skuldi skipið framleiða eitt nú surrimi umborð.
Hetta var ein verkætlan, sum JFK hevði havt í nøkur ár frammanundan, og høvdu teir keypt Atlantic Navigator fyri ein eldri verksmiðjutrolara, sum hevði navnið Næraberg.
Tað eydnaðist tó ikki at fáa lønandi rasktur í felagið við Atlantic Navigator, sum helst hevur havt eina tí størstu manningina eitt føroysk fiskiskip nakrantíð hevur havt.
Talan var um bæði menn og kvinnur, sum sigldu við Atlantic Navigator meðan skipið hevði heimstað í Klaksvík.
Atlantic Navigator hevði heimstað í Føroyum frá 2002 til 2009.
Skipið bleiv selt av landinum, og lá leingi við eina skipasmiðju í Kroatia, har skipið bleiv forlongt og umbygt. Skipið fór seinni til fiskiskap við nýggjum eigarum, og nýggjum heimstaðið.
Nú er skipið so selt úr Belize til Russlands, har skipið nú skal hava heimstað, og skal fiska undir russiskum flaggi.
Skipið hevur seinastu árini havt navnið Navigator
Soleiðis sá skipið út tái ð tað kallaðist Atlantic Navigator og hevði heimstað í Klaksvík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald