Í 2003 kom skipið sum nýbygningur til Føroyar, og var tað reiðaríið JFK í Klaksvík, sum lata stásuliga flakatrolaran byggja í Norra.
Skálaberg var í føroyska flotanum í sjey ár, og varð síðan seldur til Argentina, har skipið fekk navnið Esperenza Del sur. Trolarin varð eisini málaður reyður av tí at tað er lógarkrav í Argentina, at øll fiskiskip skulu vera reyð.
Skipið var tó ikki leingi heimahoyrandi í Argentina, einans tvey ár seinni, í 2012, varð trolarin seldur til Íslands, har skipið fekk navnið Skalaberg. Tað var reiðiaríið Brim Hf, sum keypti trolaran. Sama felag eigur eisini fyrrverandi Hviltenni, sum møguliga eisini er við at verða seldur til Russlands.
Felagið fekk tó ikki neyðugu viðurskiftini upp á pláss, og Skalaberg fór ongantíð til fiskiskap undir íslendskum flaggi.
Skipið varð síðan selt til Grønlands. Tað var eitt felag, sum Brim Hf átti í, sum keypti trolaran, sum fekk navnið Ilivileq.
Fyri fýra døgum síðan, varð keypssáttmálin undirskrivaður, og russar eiga nú skipið.
Seinastu tíðina hava russar víst sera stóran áhugað fyri frystitrolarum.
Talan er um sama skip, sum varð tikið í Russlandi í november 2009. Russiskir myndugleikar løgdu hald á skip og veiðu tá ið teir mettu at skipið hevði fiskað ólógliga.
Reiðaríið vísti á, at Fiskimálaráði ikki hevði sent tey nýggjastu papírini til Russlands. Russiskir myndugleikar vístu hinvegin á, at Skálaberg fiskaði av kvotuni hjá Sundaberg, sum varð seldur til Russlands sama ár.
Tað gingu nakrar vikur, har Skálaberg við manning lá í russiska býnum Murmansk, men til alla lukku sluppu skip og manning heimaftur.
Meginparturin av manningini fleyg heim við flogfarið, og megnaði at koma heim til jólar.
Skálaberg varð seldur til Argentina í januar 2010, tveir mánaðir eftir at tað varð tikið í Russlandi, fyri 190 milliónir krónur.
Skálaberg var sermerktur av tí, at hann var nógv nýggjari enn hinir flakatrolararnir í flotanum, sum vóru 10 ár eldri. Hesir vóru Vesturvón, Enniberg og Sundaberg.
Seinastu tríggir Skálaberg eru allir endaðir í Russlandi.
Skálaberg, sum er bygdur í 1976 varð seldur til Russlands í 1996, har skipið fekk navnið Kapitan Naumov.
Annar Skálaberg, sum er bygdur í 1989, varð seldur til Grønlands í 1998, har skipið fekk navnið Polar Princess. Triði Skálaberg varð í 2014 seldur til Ruslands, har skipið í dag hevur navnið Ostrov Moneron.
Systirskipið, Sundaberg frá 1988, endaði eisini í Russlandi. Trolarin kallast í dag Geroi Damanskogo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald