
Fyrrverandi trolarin Vesturskin, sum hevði heimstað í Sørvági hevur í dag heimstað í Namibia.
Skipið varð selt til Namibia í 2009, har skipið fekk navnið Rex.
Í dag kallast skipið Rex 1, og sum skilst er skipið framvegis í vinnu.
Myndirnar, sum eru viðheftar í hesini greinini, hevur Jan Erik Simonsen tikið í Walvis Bay. Jan Erik Simonsen siglur sum maskinstjóri á norska frálandaskipinum Skandi Seven.
Mynd: Jan Erik Simonsen / Vagaskip.dk
Mynd: Jan Erik Simonsen / Vagaskip.dk
Soleiðis sá skipið út tá ið tað var heimahoyrandi í Føroyum
Skandi Seven kom til Walvis Bay hósdagin í síðstu viku, har teir skulu gera eina átrokandi umvæling. Skandi Seven arbeiðir fyri ENI í Angola.
Trolarin Vesturskin er bygdur í 1986, og er nýbygningur nummar 47, sum er bygdur á Skála Skipasmiðju.
Tað var felagið P/F Núgvunes í Sørvági við Dánjal Paula Zachariassen á odda, sum lat skipið byggja á Skála. í 1991 keypti SP/F Vesturskin í Sørvági skipið, og var tað Jósup Henriksen, sum var reiðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald