Innanlands

Fyrsta afturlatna uppboðssølan um eina viku

Selt verða 1, 3 og 8 ára rættindi til svartkjaft

Tróndur í Gøtu (Savnsmynd: Ivan Reid)

Tróndur í Gøtu (Savnsmynd: Ivan Reid)

2019-03-14 12:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vørn boðar frá, at fyrsta afturlatna uppboðssølan í ár verður hósdagin í næstu viku. Seld verða 1, 3 og 8 ára rættindi til svartkjaft.

Sagt verður at feløg, sum vórðu góðkend at luttaka í 2018, ikki noyðast at biðja um nýggja góðkenning at luttaka í 2019, um ongar broytingar eru farnar fram í ognarviðurskiftunum. Ikki áður góðkend feløg, skulu lata skjalprógv inn í seinasta lagi 3 vikur áðrenn, uppboðssølan byrjar.

Vørn heitir á keyparar at seta seg væl inn í, hvør prísáseting er galdandi á tí einstaku uppboðssøluni. Vørn hevur gjørt eitt yvirlit yvir, hvørjar prísásetingar eru galdandi. Hetta yvirlit liggur á heimasíðuni undir “Uppboðssøla 2019”.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder