2019-01-02 20:43
Frystilínuskipið Klakkur fór seinnapartin í gjár av Klaksvík, og setti kós móti Flemish Cap, har toskafiskiskapurin byrjar 10. januar.
Hetta skrivar heimasíðan jn.fo.
Tað fer at taka einar átta dagar at sigla á fiskileið.
Kvotan, sum eisini í ár er felagskvota, er størri enn undanfarin ár.
Felagskvotan er 3.911 tons, men av hesum verða 2635 latin línuskipunum. 1.276 tons vera seld línuskipunum á uppboðssølu. Felagskvotan er 3911 tons, men bara 2635 tons verða latin línuskipunum. Restin má keypast á uppboðssølu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald