
Um vikuskiftið verður manningaskifti í Runavík, har fýra mans fara av Samskip Kvitnos, og fýra føroyingar fara umborð.
Tríggir á brúnni, og ein í maskinrúminum. Allir yvirmennirnir umborð á Kvitnos og Kvitbjorn eru føroyingar, og bæði skipini sigla undir føroyskum flaggi, skrivar Samskip.
Hetta er eitt av tveimum serstøkum skipum í flotanum hjá Samskip. Kvitnos, er eitt av tveimum skipum í Samskip flotanum, sum einans brennur natúrgass LNG, ella Liquified Natural Gas. Kvitnos og Kvitbjorn vóru fyrstu farmaskip í heiminum, ið bert nýta LNG.
Skipið kemur til Føroyar úr Íslandi. Leiðin gongur víðari til Lerwick í Hetlandsoyggjunum, síðani til Husøy í Noregi, Tananger í Noregi, Velsen í Hollandi og seinast til Rotterdam.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald