2018-10-15 20:52
Bakkafrost hevur seinastu vikurnar arbeitt á Oyrunum í Vági við at gera heilt stórar aliringar.
Nú er fyrsti ringurin farin á sjógv, skrivar sudurras.fo.
Støddin er 200 metrar í ummáti og 63 metrar í tvørmáti.
Talan er um størstu ringar til alibrúk í Føroyum og teir fyrstu ringarnir skulu leggjast á Hovsfjørð, har Bakkafrost fyrr í summar setti út smolt, skrivar Suðuroyarportalurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald