Innanlands

Fyrsti “summarmakrelur” landaður í Kollafirði

-Verður veðrið gott og við sólskini, og verður hitin í sjónum til vildar, so vænti eg brúkiligan makrelfiskiskap í summar, sigur Sigurður G. Guðmundsson, skipari á Polar Amaroq

(Mynd: Sjómansmissiónin)

(Mynd: Sjómansmissiónin)

2026-07-04 20:56 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í dag landar grønlandsski pelagiski trolarin Polar Ammassak makrel til Pelagic í Kollafirði. Teir hava samtrola við Polar Amaroq, sum skal landa makrel í morgin.

Manningin var blíð við sjómanstrúboðarin, sum vitjaði umborð. Sigurður Gréter Guðmundsson, er skipari, og hann segði millum annað:

- Vit hava samtrolað við Polar Amaroq eftir makreli í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar. Vit royndu í trý og eitt hálvt samdøgur og høvdu 7 hál. Polar Amaroq tók fýra tey fyrstu inn og vit hini trý!

- Vit hava umleið 560 tons inni, sum eru køld niður í tangunum, og sum vit nú pumpa niðan til Pelagic. Polar Amaroq hevur nøkur tons fleiri inni. Teir frysta makrelin og pakka hann í eskjur, sigur hann.

- Hvussu er støddin og góðskan á makrelinum?

- Støddin er frá 440 til 560 gramm, sum er rímiliga góð stødd. Góðskan er eisini rímiliga góð, hóast tað er “summarmakrelur”, sigur Sigurður.

- Eru onnur skip farin á makrelveiðu?

- Vit eru tey fyrstu sum landa makrel í summar. Eitt annað skip er á fiskileiðunum nú, meðan onnur gera seg kláran til makrelfiskiskap!

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

- Var nógvur makrelur at síggja?

- Nei. Lítið var at síggja, tí hann stendur spjaddur. Og tó, tá vit fingu góð 1100 tons í trý og eitt hálvt samdøgur, so er tað ikki so gali kortini, segði Sigurður.

- Hvussu eru útlitini fyri makrelfiskiskapin í summar?

- Tað er trupult at siga. Verður veðrið gott og við sólskini, og verður hitin í sjónum til vildar, so vænti eg brúkiligan fiskiskap eftir makreli  í summar, sigur Sigurður G. Guðmundsson.

Teir fingu kristiligan lesnað og heilsanina:

Góðan túr og Jesus fylgi tykkum!

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu!

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder