2022-11-22 22:25
Tiðliga í morgun kom Gadus heim úr Barentshavinum. Túrurin byrjaði 3. september, og teir hava 230 tons av flaki.
Fiskiskapurin hevur verið smáligur hjá øllum føroysku skipunum, sum eru í Barentshavinum.
Hetta var seinasti túrur hjá Gadus undir føroyskum flaggi, skrivar jn.fo. Í mars kemur nýggjur Gadus á Klaksvík.
Sum skilst skal núverandi Gadus seljast til Russlands.
Sí eisini: Video: Gadus av bakkastokki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald