2023-02-14 12:15
Gadus hevur seinastu tíðina ligið í Norðurnorra og bíðað eftir at sølan kom uppá pláss, og tað er hon nú.
Hanus Hansen, stjóri í JFK, upplýsir fyri Norðlýsinum, at Gadus er seldur fyri 60 milliónr krónur.
Skipið er bygt í 1987 og kom til Føroya í 2010.
Gadus verður seldur tí reiðaríið hevur latið nýtt skip byggja. Nýggi Gadus kemur á Klaksvík í mai mánað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald