Innanlands

Gøtunes siglir inn við svartkjafti

Gøtunes hevur umleið 3.400 tons av svartkjafti

Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-02-12 10:31 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Gøtunes er ávegis til Føroya at landa svartkjaft, sum skipið hevur fiskað vestanfyri Írland.

Sigast kann ikki annað enn at føroysku uppsjóvarskipini hava havt góðan fiskiskap eftir svartkjafti seinastu dagarnar vestanfyri Íland.

Finnur Fríði varð fyrsta skipið at sigla inn og høvdu teir 2.900 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún í nátt.

Gøtunes eigur tørn aftaná, og hava teir heili 3.400 tons av svartkjafti, sum skal landast til Havsbrún aftaná Finn Fríða.

Tá ið Gøtunes hevur landað skal Christian í Grótinum landa sína svartkjaftalast, sum er eisini er 3.400 tons.

Skipini hava seinastu dagarnar fiskað svartkjaft í altjóða sjógvi vestanfyri Írland, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Tó er avbjóðingin tann, at tá ið fiskiskapurin er góður, so eru ofta nógv skip á feltinum, og tá verður tað heldur trongligt.

Finnur Fríði, Gøtunes og Christian í Grótinum fara allir aftur á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi vestanfyri Írland, tá ið liðugt er at landa.

Í løtuni eru Høgaberg og Fagraberg eftir av føroysku skipunum á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi við Írland.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder