Uttanlands

Nýggi trolarin hjá Thor sett kós móti Føroyum

Fyrrverandi Hvítanes, sum í dag kallast Inuksuk l, er á veg til Føroya

Fyrrverandi Hvítanes er ávegis aftur í føroyska flotan

Fyrrverandi Hvítanes er ávegis aftur í føroyska flotan

2025-02-11 23:08 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Fyrrverandi Hvítanes, sum í dag kallast Inuksuk l hevur sett kós móti Føroyum, har trolarin nú skal skrásetast aftur.

Inuksuk l loysti úr Kanada í morgun, og verður í Føroyum tíðliga í næstu viku, har skipið skal yvirtakast.

Inuksuk l skal fiska rækjukvotuna, sum Thor eigur frá Kappanum.

Inuksuk l er bygdur á Skála Skipasmiðju í 1987, og fekk tá navnið Hvítanes. Skipið bleiv selt av landinum í 1993.

Reiðaríið ynskir ikki at upplýsa hvat skipið er keypt fyri ella hvat nýggja navnið verður á skipinum, sum nú aftur fær heimstað í Føroyum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder