2025-09-22 12:52

Skrokkurin av nýggja trolaranum hjá Varðanum, Sjúrður Tollaksson, er um at verða liðugur.
Skipið er 44,10 metrar langt og 11,5 metrar breitt, og kemur í føroyska flotan, har hesin trolarin og systurskipið, sum Framherji letur byggja á somu skipasmiðju, skulu avloysa Rók og Lerk.
Skrokkurin verður sleipaður til Skagen um hálvan oktober, har skipið verður gjørt liðugt.
Karstensens skipasmiðjan hevur tikið hesar myndirnar av skrokkinum í góðveðrinum í Pólandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald